Ongi úrslit

Páll heldur fram í 2025

Toppskjúttin verður eisini í 2025 á KÍ liðnum

ki.fo
30. sepember 2024 kl. 21:49

So er tað staðfest, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti Páll A. Klettskarð eisini í 2025 fer at spæla við KÍ.

KÍ skrivar soleiðis í kvøld:

Kemur tað til mál- og dystarhagtøl man Páll Andrasson Klettskarð verða KÍ-úrmælingurin av øllum. Eftir tvey ár hinumegin fjørðin kom Páll aftur til KÍ í 2012. Støðugt hevur hann stríðst og skorað mál í bláu troyggjuni. Ein sonn ítróttarlig fyrimynd vit í felagnum eru stolt av. Altíð ein siðiligur leiðari í við- og mótgongd.

Páll eigur ein stóran leiklut í gyltu ferðini frá botninum til evropiska ævintýrið við liðnum síðstu árini. Og aftur í ár hevur hann verið KÍ ógvulig drúgvur.  

Vit í felagnum og øll viðhaldsfólk eru ógvuliga fegin um at málkongurin tekur enn eina vakt, skrivar KÍ í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

Í gjár kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

10 tímar síðan

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

Í gjár kl. 13:25

Myndir: Kongshúsið vísur myndir frá móttøkuni á Dannebrog

13. juni kl. 20:52