Ongi úrslit

Pætur Petersen til B36

26 ára gamli skálvíkingurin fer aftur at spæla við B36

Ragnar Sjúrðarson
8. februar kl. 10:50

Pætur Petersen hevur undirskrivað sáttmála við B36.

Tað kunngerð B36 á Facebook.

B36 skrivar víðari:

"Pætur er orkuríkur álopsspælari, ið kann spæla á øllum teimum framrættaðu plássunum.

26 ára gamli skálvíkingurin spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini fyri B36. Sum smádrongur flutti hann úr barndómsfelagnum B71 til B36 at spæla, og her var hann í útivið fimm ár í alt ta ferðina. Undir Eyðuni Klakstein sum høvuðsvenjara fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2015.

Pætur hevur eisini spælt fyri EB/Streym, HB, KA Akureyri og KÍ. Og nú er hann so aftur í B36.

- B36 er heimligt fyri meg, og tað kennist væl og rætt at vera aftur í B36-húsinum. Hetta eru eisini spennadi broytingartíðir í felagnum, og eg eri fegin um stóra áhugan, sum felagið hevur víst mær, sigur hann.

Hann hevur eisini spælt 11 landsdystir og skotið tvey mál fyri Føroyar. Tann seinasta í september í fjør.

Pætur verður við í hópinum, tá menninir spæla venjingardyst ímóti TB klokkan 13.00 í dag."

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14