Ongi úrslit

OY roynur seg í íslendsku vínbúðunum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
29. sepember kl. 18:00

Føroyska bryggjaríið OY hevur fingið grønt ljós frá Íslandi at royna sínar øl í 4 - 5 vínbúðum ymsastaðni kring landið í 12 mánaðir. Hettar er eitt royndar tíðarskeið, fyri at síggja, um sølan er nóg góð og ølirnar kunnu verða partur av fasta vørulistanum hjá vínbúðunum.

– Vit hava ikki fingið eitt ávíst tal av kravdari sølu, men um vørurnar ikki selja væl, verða tær tiknar av aftur, greiður Óli Restorf frá,

Í ár koma 5 sløg av OY-ølum á marknaðin í Íslandi: OYN OY, Gamli Skúli, Pilla Av Snar, Gullregn og Palleba.
Næsta ár verður eisini væntað, at Klikkhaze og Lundi á jólanátt koma á marknaðin.

Øl festival 

Samstundis verður ein øl-festivalur í næstum, har nógv bryggjarí verða við. OY fer eisini at vera við. Síðani hava fólk møguleika at royna føroyska øl og lata fólk væl at, verður tað kanska nemmari at koma framm við OY í vínbúðunum 


Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03