- Trupulleikin hjá mær var ovurnýtsla, ið kom til sjóndar við, at eg valdi telduna fram um alt og øll. At spæla teldu fyri meg, var sum ein heilivágur, ið hjálpti mær at flýggja vekk úr tí strævna veruleikanum við skúlatingum og skúlagongd, og inn í ein annan stuttligan og spennandi heim, har eg fyribils fann hvíld frá øllum.
Tað sigur Jógvan Poulsen, sum í umleið seks ár brúkti út við tíggju tímar hvønn tann einasta dag, uppá at spæla telduspøl.
Tá hann hugsar aftur í tíðina minnist hann, at hann altíð hevur spælt.
- Tað byrjaði sið Nintendo 64 og Playstation 1, og so flutti tað seg yvir í telduna, greiðir hann frá.
Tá hann var barn var tað avmarkað, hvussu nógv hann slapp at spæla, men tá hann gjørdist tannáringu, valdi hann meira ella minni sjálvur, hvussu nógv hann spældir.
- Og tá lívið gjørdist trupult, so kundi eg finna eina stutta hvíld frá øllum inni í telduspølunum, sigur Jógvan Poulsen.
Valdi svøvnin frá
Tað er ikki bara sum at siga tað at viðurkenna, at tú ert farin at spæla ov nógv. Tað viðurkennir Jógvan Poulsen sjálvur, og tí er neyðugt, at onnur eisini fylgja við.
- Tað kann vera øgiliga trupult hjá teimum, sum spæla ov nógv at viðganga ovurnýtsluna, tí tað tykist ikki vera ein trupulleiki, sigur hann.
Men ein trupulleiki er tað, og tað var tað eisini hjá honum.
Men hvørji vóru eyðkennini fyri hansara ovurnýtslu?
- Mínar royndir er, at tað serliga snýr seg um, hvussu man raðfestir í mun til telduna, sigur Jógvan Poulsen.
Hann greiðir frá, at í hansara føri gekk tað bæði út yvir mat og svøvn, tá tað leikaði harðast á.
- Hetta er eitt øgiliga sjónlig og týðilig ábending um, at tað er um at fara ov víða.
Eitt annað eyðkenni var meira sosialt, og snúði seg um, tá omman kom á vitjan.
- Eg gav mær ikki stundir til at heilsa uppá hana. Ístaðin valdi eg at vera sitandi við telduna, hóast eg væl visti, at omma var komin á vitan, sigur Jógvan Poulsen.
Goymdi seg í telduni
Tá tað stóð ringast til, spældi hann upp í 12 til 13 tímar um dagin. Tá ein ger tað, er heilt galið, men spurningurin er, hvussu ein kann staðfesta tað.
- Hvørjaferð lívið gjørdist torført vendi eg mær til telduna og so við og við bleiv hetta til øgiliga nógvar tímar um dagin. Tað kom upp í 12 til 13 tímar um dagin, onkuntíð meira. Og áhaldandi í út við seks ár, sigur Jógvan Poulsen.
Men hvussu sleppur ein burtur úr einum slíkum trupulleika?
- Tað er øgiliga avmarkað, sum ein sjálvur kann gera. Tað er ikki fyrr enn onnur fáa teg at skilja, hvussu støðan er, og hjá mær var tað ikki fyrr enn eg sett meg saman við pápa til eitt seriøst prát, at eg skilti, at eg mátti broyta kós, sigur hann.
Neyðugt við hjálp
Tað eru ikki øll, sum eru í tí støðu, at tey kunnu fáa hjálp frá sínum nærmastu, ella vilja tey kanska ikki taka ímóti hjálp. Hvussu kunnu hesi hjálpast?
- Mær vitandi eru eingi tilboð í Føroyum, sum hjálpa fólki í støðum sum hesum. Tá tað er sagt, so haldi eg tað vera sera umráðandi, at vit, bæði foreldur eins væl og fakfólk – tað vil siga lærarar og námsfrøðingar – eru tilvitað um hesa avbjóðing, so vit kunnu hjálpa teimum, sum eru við at fáa trupulleikar, sigur Jógvan Poulsen.
Fyri at seta tingini hjá Jógvani í ein samanhang so vísa donsk tøl, sum Statens Institut for Folkesundhed gjørdi í 2014, at um vikuskiftið spæla 54% av dreingjum ímillum 11 og 15 ár telduspøl í fýra tímar ella meira um dagin. Gerandisdagar spæla 30% av dreingjum fýra tímar ella meira um dagin.
Fyri gentur í sama aldri eru hesi tøl 19 prosent í vikuskiftunum og 12 prosent gerandisdagar.