Ongi úrslit

Óvist um vit yvirhøvur fáa mobil-pay í Føroyum

Áki Bertholdsen
10. sepember kl. 11:25

Tað hevur fleiri ferðir frammi, at nú verður tað skjótt, at tað eisini fer at bera til at brúka mobile-pay í Føroyum.

Sagt varð, at allar løgfrøðiligu forðingar vóru beindar av vegnum og tær tøkniligu forðingarnar, sum vóru, fóru at verða beindar av vegnum.

Men tað gongur ongan veg - og nú sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, at nú er tað ein spurningur, um vit yvirhøvur fáa mobil-pay í Føroyum.

Tað er ikki tí, at nøkur beinleiðis forðing er fyri tí - men tað er ein fíggjarligur spurningur.

Tað er tí, at av tí, at vit ikki eru limir í ES og Efta og tí skal veitarin, sum hevur mobil-pay um hendi, søkja danska fíggjarmálaráðið um loyvi at seta hesa tænastuna í verk í Føroyum.

Og hon leggur afturat, at tað fer helst at føra til bæði eykaarbeiði og eykakostnað.

Og tað skilst at veitarin er ikki ordiliga sinnaður at brúka ta arbeiðsorku, sum krevst, ella at hava tær eykaútreiðslur, sum standast av at fáa mobil-pay á ein pikkalítlan marknað, sum okkara.

Her er tað, at málið liggur í løtuni, men Sirið Stenberg staðfestir, at hon fer at fylgja málinum upp.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ikki føroyskar gentur

17 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

7 tímar síðan