Havi hesar dagarnar undan valinum verið til tiltøk hjá ADHD-felagnum og Autismufelagnum, og hjá Fountainhouse og Sinnisbata.
Lærurík og upplýsandi tiltøk, sum enn einaferð sláa fast, at alt ov nógv menniskju mistrívast í dagsins samfelag.
Børn, sum ikki trívast, skulu hava hjálp eftir tørvi, og tey skulu hava røttu hjálpina so tíðliga sum gjørligt.
Vit eiga at hava sálarfrøðingar í fólkaskúlanum. Royndarverkætlanir hava verið við sera góðum úrslitum í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík og í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Bæði støð lata bæði børn, lærarar og foreldur sera væl at. Ein íløga, heldur enn ein útreiðsla.
Psykiatriin skal raðfestast. Bíðilistarnir til útgreining í psykiatriini eru ov langir, og vit mugu finna loysnir uppá hendan trupulleikan. Eg veit, at hetta er lættari sagt enn gjørt, men vit kunnu ikki lata standa til. Vit mugu arbeiða við loysnum í psykiatriini, bæði meira bráðfeingis og í longdini.
Børn í Føroyum við ADHD og autismu fáa seinni hjálp enn í okkara grannalondum. Hesum kunnu tey fáa strongd av, so sum angist, tunglyndi, etingarólag, misnýtslu av rúsevnum og rúsdrekka. Jú yngri børnini eru, tá tey fáa hjálp, jú færri sálarsjúkur hava tey.
Viðgerðin er nú so góð, at fólk kunnu fáa munandi betri lívsgóðsku, um tey fáa røttu hjálpina rættstundis. Heldur enn at skula liva við strongdrelateraðum fylgisjúkum, sum eru invaliderandi og sum geva mistrivnað.
Vit skulu alla tíðina arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava tørv á viðgerð fyri sálarsjúku. Tí vit skulu ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.
Kristianna Winther Poulsen, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin