Norska fótbóltslandsliðið hjá monnum skal spæla HM í summar, og hetta hevur elvt til eina røð av bráðfeingis viðgerðum av undantaksreglum, fyri servering av rúsdrekka kring alt landið.
Hettar boðar NRK frá. Allar barrir í miðbýnum fáa loyvi at selja øl og vín døgnið runt í finaluumfarinum. Vanliga er annars bert loyvt at selja rúsdrekka til klokkan 03:00 í Norra.
HM verður spælt í USA, Kanada og Meksiko, og dystirnir kunnu tí javnan byrja eftir midnátt.
Ummælarar vóna, at stjórnin at enda fer at manna seg upp, og gera vart við at nakrir tímar av eyka øli, ikki er vert váðan fyri fólkaheilsuna og starvsfólkatrygdina.
Í einari frágreiðing frá Heilsu- og umsorganarmálaráðnum HOD, verður gjørt vart við, at ætlanin gongur beint ímóti norsku heilsumálunum.
Fakfólk í ráðnum ávara um, at leinging av skeinkingini, fer at føra til eitt økt tal av óynsktum hendingum. Hettar kann vera til dømis skaðar, harðskapur og brotsverk.
