Fyrr í ár samtykti Løgtingið, at tey, sum fara á Heilsuskúlan í Suðuroy, skulu fáa løn ímeðan tey eru á skúlanum.
Endamálið var at eggja fleiri at søkja sær útbygving á heilsuøkinum og sum pedagoghjálpar.
Samstundis vísti tað seg, at skúlin fekk metnógvar umsóknir - og tað vóru fleiri sum mettu, at orsøkin var nettupp tann, at tey skuldu fáa løn ímeðan tey vóru á skúlanum og ikki lestrarstuðul.
Tá ið umsóknarfreistin fór í mars, hevði Heilsuskúlin fingið 20 umsóknir til heilsurøktara. Harumframt fekk skúlin 14 umsóknir til námsfrøðihjálpara og 12 til heilsuhjálpara,
Men fyribils er skipanin við løn undir útbúgving ikki sett í verk, tí ósemja tók seg upp ímillum fakfeløgini á økinum, og kommunurnar, um, hvussu høg lønin skal vera og um treytirnar annars.
Tí varð eisini stúrt fyri, at fleiri av umsøkjarunum fóru at taka umsóknina aftur.
Vivie K. Davidsen, leiðari á skúlanum, ásannar eisini, at tað eru nakrir umsøkjarar, sum hava tikið umsóknina aftur. Summi siga, at tað er av hesi orsøkini, men onnur hava nevnt aðrar orsøkir.
Hon sigur, at sostatt verða tað 14-15, sum byrja upp á útbúgvingina sum pedagoghjálpara og 19 fara undir útbúgving sum heilsuhjálpara.
Størsta fráfallið er í talinum á teimum, sum hava søkt um pláss á útbúgvingini til heilsurøktara.
Har byrja átta næmingar nú í august, sigur Vivie Davidsen.
Men hon sigur, at tað er ikki bara stríðsmálið um løn undir útbúgving, sum er orsøkin.
Tað vóru nakrir umsøkjarar, sum ikki luku treytirnar fyri at sleppa inn og summir av teimum eru fluttir yvir á útbúgvininga sum heilsuhjálparar.
Tað eru kanska 3-4 umsøkjarar, sum siga, at tey eru lopin frá tí at tey ikki fáa løn undir útbúgving, sigur hon.
Hon harmast um, at semja ikki fekst um hesi viðurskifti. Hinvegin er hon er sannførd um, at semja fæst um eina skipan við løn undir útbúgving.
Og hon væntar, at tað verður sett í verk um nakrar vikur, ella so, tí hon hevur ikki varhugan av, at samanumtikið er tað ikki so øgiliga langt ímillum partarnar.
Sostatt byrja næmingarnir við lestrarstuðuli, men fara so yvir í nýggju skipanina, tá ið hon er klár.