Í morgun umrøddi Kringvarpið ætlanina at gera Suðuroyartunnilin og í tí sambandi vóru fýra politikarar bodnir at siga sína hugsan.
Teir fýra politikararnir vóru Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Bjarni Hammer og Javnaðarflokkin, og so Liljan Weihe úr Tjóðveldi.
Sum tann einasti av politikarunum mutaði Liljan Weihe ímóti ætlanini at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út.
Hon gjørdi greitt, at sum støðan er nú, er hon ikki til reiðar at taka støðu til málið at projektera tunnilin og bjóða hann út fyri at vita, hvat hann kostar.
Liljan Weihe heldur, at málið er alt ov illa lýst, bæði trygdarspurningurin og kostnaðarmetingin. Eitt nú fýltust hon eisini á, at ráðgevarafelagið, Norconsult, sum gjørdi var við í upprunaligu ætlanini, eisini er sett at eftirmeta hana, heldur enn at biðja onkran óheftan ráðgevara.
Hon segði eisini, at sum støðan er nú, hevði tunnilin ikki verið góðkendur í Noregi
Hetta er rættiliga fallið Dennis Holm, tingmanni fyri Tjóðveldi, fyri brósti.
Hann staðfestir á Facebook, at Kringvarpið hevur ikki bjóðað Tjóðveldi at vera við í orðaskiftinum, men hevur vent sær beinleiðis til Liljuna Weihe.
Og sum Liljan Weihe eisini segði, umboðar hon ikki Tjóðveldi í orðaskiftinum, men seg sjálva, sigur Dennis Holm.
Hann leggur eisini dent á, at Liljan Weihe umboðar nettupp ikki Tjóðveldi í hesum máli og seinnapartin fer Tjóðveldi at senda løgmanni eina fráboðan um støðuna hjá Tjóðveldi til Suðuroyartunnilin.
– Eins og við øllum øðrum undirsjóvartunlum í Føroyum, stuðlar Tjóðveldi fult og heilt Suðuroyartunlinum, sigur hann
Men so leggur hann afturat, at so fáa vit at síggja um Liljan Weihe fylgir støðuni hjá Tjóðveldi.