Ongi úrslit

Óroyndir unglingar reistu seg og stóðu royndina

U-21: Spælararnir í norskum fótbólti áttu sigursmálið, tá ið Andri Benjaminsen vann brotsspark, sum Áki D. Samuelsen umsetti til 2-1 sigursmálið

Áki D. Samuelsen var liðformaður, og hann skoraði við brotssparki 2-1 sigursmálið
Jóannes Hansen
7. juni kl. 20:40

Tað er fagnaður í Klaksvík. Nýggja føroyska U-21 landsliðið stóð royndina og vann 2-1 og fulla úrtøku, hóast tað í fyrra hálvleiki haltaði, og hóast tað fimm minuttir eftir steðgin var sum vátur vøttur í andlitið, tá ið mistak í uppspælinum aftarlaga í høgru endaði við innleggið og 1-0 leiðslu til Estland. Málskjútti var Rommi Siht, sum var leysur við handara stólpa.

Inntil tá var føroyska avrikið ikki sannførandi. Heilt stóran part av fyrra hálvleiki vóru gestirnir leikliga omaná, og tað mesta gekk fyri seg á føroysku hálvuni. Føroyska spælið var verjukent, og í framrættaða partinum var tað saknur í neyvleika, hugflogi og dynamikki, og tað var rár hending, at Føroyar vóru í góðari álopsstøðu.

Verjuspælið var á heilt góðari leið, men málið ímóti vísti, hvussu vandamiki tað er í altjóða fótbólti at gera mistøk.

Jóhan Josephsen er uppvaksin á vøllinum í Klaksvík. Nú var hann fremsti álopsspælari á U-21 landsliðnum, og á liðnum saman við honum var eitt nú miðverjanum Jákup N. Vilhelmsen, sum eisini umboðar B68, og sum eisini er uppvaksin í KÍ. Jóhan Josephsen javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu 18 minuttir. Hann er altíð ágangandi, og soleiðis var hann eisini í kvøld, tá ið hann va lnnøn fyri stríðið.

Venjarin Ólavur Mikkelsen tevjaði møguleikan fyri at vinna fulla úrtøku. 18 ára gamli Aron Benjaminsen, sum umboðar Kristiansund BK í Norra, varð skiftur inn, og tað var hann, sum eftir fínar sneiðingar og snaringar í høgru vann brotssparkið, ið var avgerandi.

Klokkan var farin fleiri minuttir útum vanligu leiktíðina, tá ið liðformaðurin Áki D. Samuelsen við brotssparki skoraði sigursmálið.

So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og Ólavur Mikkelsen og hansara menn, sum hava lítlar og ongar royndir í hesum geyminum, vunnu í fyrsta dystinum trý stig.  

Føroyar – Estland 2-1 (0-0)

U-21 EM undankappingardystur

Leygardagin 7. juni 2025 kl. 18.00 í Klaksvík

0-1: Rommi Siht 51.

1-1: Jóhan Josephsen 73.

2-1: Áki D. Samuelsen br 93.+

Dómarabólkur úr Turkalandi: Mehmet Türkmen, Bersan Duran, Goktug Hazar Erel og Çagdas Altay (4. dómari)

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bjarti Thorleifsson (Aron Benjaminsen, 75.), Jákup N. Vilhelmsen, Ingi Arngrímsson, Virgar Jónsson – Dávid B. Andreasen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason – Áki D. Samuelsen, Jóhan Josephsen, Hanus Højgaard

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Olsen, Jónas Prior, Bartal Páll Klein, Silas Gaard, Jón í Horni Nielsen, Jógvan Kárason Gullfoss, Aron Reinert Hansen, Marjus Nón

Gult kort: Mattias Hellisdal,

Venjari: Ólavur Mikkelsen

Hjálparvenjari: Poul N. Poulsen

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

Í gjár kl. 22:34

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

14 tímar síðan

Hava mist tolið við SEV - nú er bara talan um forháling

6. juni kl. 23:39