Ongi úrslit

Ordrabøkurnar hjá byggivinnuni eru ikki so tjúkkar longur

Byggivinnan er ikki so bjartskygd longur

Áki Bertholdsen
11. juli kl. 09:45

Tað hevur gingið við fullari ferð í føroysku byggivinnuni í fleiri ár. Men nú sær út til at tað er við at hæsa av, tí ordrabøkurnar eru ikki so tjúkkar longur.

Ein nýggj kanning hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at byggivinnan er ikki so bjartskygd longur, sum hon hevur verið.

Fyri einum ári síðani var vísitalið fyri byggivinnuna beint oman fyri miðal, sum er 22, men nú er tað farið niður á minus eitt.

Hagstovan staðfestir, at eyðvitað ávirkast byggivinnan nógv av búskaparligu gongdini og tí eru eisini stór sveiggj í henni.

Byggivinnan sigur, at bíleggingarnar eru færri nú enn tær hava verið, og tí meta tey eisini, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka hesi næstu árini.

Hagstovan sigur eisini, at 47 prosent av byggifyritøkunum hava svarað, at trot á arbeiðsmegi er hevur avmarkað teirra virksemi og  24 prosent av byggifyritøkunum siga, at manglandi eftirspurningur verða eina avmarking.

Og so eru tað 16 prosent av teimum sum siga, at vánaligt veður hevur forðað teimum í at arbeiða.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

18 tímar síðan