Vit selja trygdina hjá okkara ungu í opnum plastikgløsum og látast sum um, at tað er teirra egna ábyrgd, um tey verða druggað. Tað er ábyrgdarleys. Loysnin eru forseglað gløs fyri at verja ung móti drugging.
Drugging er ikki ein íspunnin trupulleiki
Sum súkrarøktarfrøðingur havi eg tikið ímóti bæði vaksnum og heilt ungum, har illgruni hevur verið um drugging í náttarlívinum og á festivalum. Hetta er ikki ein nakað, sum bert hendir í øðrum londum. Hetta hendir eisini hjá okkum.
Opin gløs perfekta vápnið.
Opin plastikgløs gera tað alt ov lætt at lata rúsandi evni niður í drykkin. Evnini eru uttan lit og smakkleys og verða upployst upp á fá sekund. Tann, sum drekkur, merkir einki.
Ein loysn finst longu
Í Danmark verður Boba-te seld í forseglaðum gløsum. Tað hevði verið einfalt at brúkt somu loysn til øl og drykkir. Tað hevði eisini borið til at selt meira í blikkum, har vandin er nógv minni.
Vinningur fram um heilsu
At halda fast í opnum plastikgløsum er fyrst og fremst eitt vinnuligt val. Tað er lætt, skjótt og bíligt. Men tað kann ikki vera rætt, at vinningur verður settur fram um trygdina hjá teimum, sum keypa.
Ábyrgdin er á skeivum stað
Vit siga við ung: “Ansa eftir tínum glasi.” Samstundis selja vit teimum eitt glas, sum er næstan gjørt til at verða misnýtt. Tað er ábyrgdarleyst.
Tíð at seta krøv
Vit eiga at krevja, at alt drekkandi í náttarlívinum og á festivalum verður selt í forseglaðum gløsum ella blikkum. Hetta er eitt konkret, sjónligt og fyribyrgjandi inntriv, sum kann minka vandan munandi.
Eitt opið glas er eitt opið høvi til álop. Tað vita vit, og tí eiga vit at gera nakað við tað!
Sylvia Thomsen
Býráðalimur í Klaksvíkar býráði fyri Sjálvstýri