Omanfyri 700 fólk runnu Tórshavn Marathon

Runnið var úr Havn til Kaldbaks og aftur

Mynd: Tórshavnar kommuna
Fríðmundur Nattestad
10. juni 2024 kl. 12:00

Nógvir vegir í Havn vóru í gjár stongdir fyri bilum, tí Tórshavn Marathon var á skránni. Byrjað var í Vágsbotni, og ymiskt var hvussu langt luttakararnir runnu og gingu. Longsti teinurin var sjálvur maraton teinurin, har rennararnir fyrstu runnu eina rutu runt í Havnini, áðrenn runnið var heilt til Kaldbaks, og so allan vegin aftur oman í Vágsbotn.

Tey, ið gingu hálv maraton byrjaðu í Kaldbak.

Fyrstu tríggir maratonrennararnir hjá monnum á mál vóru Bogi Hjalt, Torbjørn Hentze, Rógvi Kárason. Fyrstu tríggjar kvinnurnar vóru Lydia í Lambanum, Kaili Rätsep, Hanna Elisabeth Røsvik.


Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti Tórshavn Marathon í gongd, tá fleiri hundrað fólk fóru úr Vágsbotni.




Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

"Vit hava bæði sunn og vøkur maraton í Føroyum, millum hesi er Tórshavn Marathon.

Teinurin er vakur, - tit fara gjøgnum fleiri av bygdunum í Tórshavnar kommunu.

Fólk, ið ganga hálvmaraton, fara fyri fyrstu ferð at byrja í náttúruvøkru og friðsælu bygdini Kaldbak, og síðani at ganga til Havnar, til komið er á mál í Vágsbotni. Sostatt ber til at røkja sál og sinn á hesum sunna og vakra túri.

Rennararnir byrja her í Vágsbotni. Og eg skilji á lagnum, at teinurin á Tórshavn Marathon er millum mest avbjóðandi í Norðanlondum.

Tit renna á sløttum, tit renna í brekkum, tit renna í bygdum, tit renna í óbygdum. So tit sleppa veruliga at royna føroyska lendið.

Men tit vita, at Havnin er málið, og tá loysir tað seg at halda á til málið er rokkið.

Hásummartíð er í Føroyum, og tí er Tórshavn Marathon kanska eisini vakrasti teinur í heiminum.

Náttúran er í fullum blóma. Tit síggja spælandi smálomb, fuglar, ið verja reiður, - bø og blómur í alskyns litum.

Um tit eru heppin síggja tit kanska hval á Kaldbaksfirði, men tað tori eg kortini ikki at lova tykkum.

Upprunaligi teinurin í Grikkalandi var 40 kilometrar. Men eg læs herfyri, at tað í ár eru júst hundrað ár síðani, at maraton teinurin gjørdist teir góðu 42 kilometrarnir, hann er í dag.

At renna so langt krevur treysti, og renna allan teinin er eitt bragd. Tað krevur veiggj og vilja.

Tit eru nógv, ið hava hesar eginleikar, og um hálvan triða til tríggjar tímar koma fyrstu tykkara, sum renna allan maraton-teinin,  á mál her í Vágsbotni.

Onnur hava kanska sett sær persónlig mál um hálvt maraton ella at ganga teinin innan ávísa tíð.

Og tað, í sjálvum sær, at røkka málum, ið vit seta okkum, krevur áhaldni."






Tórshavnar kommuna eigur myndirnar.