Ongi úrslit

Óluva og Durita eru aftur millum tær fyrstu ellivu

Samanborið við tær fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum í 2-1 sigrinum á Montenegro farna fríggjadag, hevur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, framt tvær broytingar á føroyska liðnum

Fótbóltssamband Føroya
16. juli 2024 kl. 17:28

Óluva Allansdóttir Joensen avloysir Valborg Østerø í málinum, og í verjuni kemur Durita Hummeland inn í staðin fyri Leu Lisberg. Dysturin byrjar klokkan 18:00, og kann stroymast á kvf.fo

Klokkan seks seinnapartin fer føroyska kvinnulandsliðið aftur á vøllin, tá Andorra tekur ímóti á Andorra La Vella stadion.

Hópurin kom til Andorra tíðliga sunnumorgunin, og hevur síðani fyrireikað seg til dystin, sum er tann seinasti í hesari undankappingini.

Samanborið við tær fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum í 2-1 sigrinum á Montenegro farna fríggjadag, hevur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, framt tvær broytingar á føroyska liðnum.

Óluva Allansdóttir Joensen verður í mál, og verjuna manna Jensa Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Durita Hummeland. Á miðvøllinum frá byrjan vera Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Ásla Johannsen og Fridrikka Clementsen, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

Á bonkinum sita Valborg Østerø, Malena Olsen, Rebekka Benbakoura, Julia Naomi Mortensen, Mona Rasmusdóttir, Anna Carolina Brændstrup, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Anna Katrina Mikkelsen, Rúna Jacobsen og Lea Lisberg.

Undan síðsta umfari í bólkinum er Grikkaland fremst við 13 stigum. Montenegro hevur 10 stig, síðani koma Føroyar á 3. plássi við seks stigum, og aftast er Andorra, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Dysturin í dag byrjar klokkan 18:00, og kann stroymast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroyakvf.fo. Stroymingin byrjar klokkan 17:50.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26