Ongi úrslit

Øll skulu við

Javnaðarflokkurin vil geva plass fyri øllum og at fáa tey ungu heimaftur til Føroyar

Árni Gregersen
2 tímar síðan

Alt meðan valdagarnir báðir nærkast - 24.mars við fólkatingsvalinuim  og 26. mars við løgtingsvalinum - hava flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið, fingið meira at gera.

Hóast teir hava stevnuskráir og politisk mál, krevjast meira nágreiniligar orðingar til eitt valstríð.

– Vit siga, at øll skulu við og vit meina eisini at øll skulu við, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.  

Vælferð og búskapur ganga hond í hond 

At flokkurin hevur tilboð til børn og eldri, gevur okkum møguleika at arbeiða. At vit verða loftað, tá ið vit verða sjúk, ger okkum før fyri at koma skjótt aftur á arbeiðsmarknaðin. 

Ókeypis skúlagongd gevur øllum møguleika at fáa betri førleikar á arbeiðsmarknaðinum og so framvegis. 

Vælferðarsamfelagið er gott fyri einstaka borgaran, samstundis sum tað styrkir búskapin og kappingarførið.  

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur eisini, at tað er avgerandi, at geva teimum ungu góðar umstøðurnar, so at tey sum, fara uttanlands at nema sær útbúgving, eisini koma heimaftur.

– Øll skulu við. Tað vil eisini siga, at tað skal verða gott at eldast í Føroyum.

– Men forteytin fyri øllum er, at vit fáa ein haldføran búskap. Tað krevst, at vit fáa tamarhald á útreiðslunum, og vit hava sett tiltøk í verk, sum benda tann vegin, sigur Aksel V. Johannesen.

– Tað er neyðugt fyri at fáa øll við í eitt vælvirkandi samfelag, sum tekur sær av teimum veikastu, og har sum vinnulívið fær skapt inntøkur til okkum øll. 

Og tað er eisini tað, vit í Javnaðarflokkinum vilja. Øll skulu við, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

Í gjár kl. 12:56