Ongi úrslit

Oljuprísurin kann hækka munandi

Manama, Bahrain. Eitt av fleiri støðum har Iran fremur mótálop
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Geopolitiski analytikarin Mikkel Rosenvold frá Real Vision sigur, at mótálopini hjá Iran kunnu gera nakað, sum hevur nógv breiðari ávirkan enn áður sæð. Eisini kann tað fáa víðfevndar avleiðingar - bæði geopolitiskt og búskaparliga.

Iranska mótálopið er nógv breiðari og øðrvísi enn tað seinasta. Við álopum á Abu Dhabi og Dubai, gera teir knappliga amerikanska álopið til eina økisstríðsgongd, sigur hann og leggur afturat:

- Fyri Abu Dhabi og Dubai er tað ein katastrofa, um tað ikki longur er eitt stað, har tú sleppur undan ósemjunum í Miðeystri, men um Dubai verður ein krígsvøllur.

Rosenvold vísir á, at Donald Trump, forseti, hevur gjørt greitt, at USA ynskir ​​at náa hesum:

-at steðga kjarnorkuætlanini hjá Iran

-at steðga rakettstyrkini hjá Iran

-at oyðileggja iranska sjóverjuna

-at iranar sjálvir avtaka prestastýrið.

Sambært Mikkel Rosenvold snýr akkurát sjóverjan seg um pengar. Nógvir pengar, tí 

Kann Iran hótta skipaferðsluna har, so kann tað senda oljuprísin upp, fraktin upp - og í síðsta enda prísin upp, og tað er nakað, sum fer at ávirka restina av heiminum. Í ein ávísan mun fara vit at kunna síggja tað á fíggjarmarknaðunum beinanvegin.

- Vit fara at síggja, at prísurin á olju- og orkugoymslunum fer at hækka nógv mánadagin, sigur Mikkel Rosenvold, sum vísir á, at tað í longdini kann raka danir(og harvið føroyingar, red.)

Um stríðið heldur fram, kann tað trýsta orkuprísin upp, men har eru vit ikki enn, sigur hann.


Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

Í gjár kl. 17:24