Hækkingin kemur, eftir at ein av størstu órógvingunum á oljumarknaðinum í nýggjari tíð hevur rakt.
Meira enn 10 milliónir tunnur av olju um dagin eru nú tiknar úr marknaðinum. Orsøkin er, at Hormuz-strætið framvegis er stongt fyri stórum parti av tangaskipaflutninginum.
Hetta er beinleiðis avleiðing av spenninginum og stríðnum millum USA, Ísrael og Iran.
Støðan merkir, at stórar nøgdir av olju eru fastar í Persiska flógvanum. Goymslur eru fullar, og skip sleppa ikki út.
Sambært greiningum er talan um størsta veitingarsjokk í søguni hjá oljumarknaðinum.
Vandi fyri hægri prísum og veikari búskapi
Samstundis eru orkuprísirnir hækkaðir nógv. Tað økir vandan fyri lægri búskaparvøkstri á heimsmáli. Í ringasta føri kann tað føra til afturgongd.
Marknaðurin hevur longu mist fleiri hundrað milliónir tunnur av olju. Um støðan heldur fram, kann samlaða tapið nærkast einari milliard tunnur.
Tað er ein høvuðsorsøk til, at prísurin er farin so nógv upp seinastu tíðina.
Tað tekur tíð at fáa marknaðin aftur í javnvág
Sjálvt um Hormuz-strætið letur upp aftur, fer tað at taka tíð at fáa framleiðsluna upp á vanligt støði.
Fleiri oljubrunnar eru stongdir skjótt niður. Tað kann geva tekniskar trupulleikar og skaðar.
Summi lond kunnu byrja framleiðsluna aftur eftir fáum vikum. Onnur lond, sum til dømis Irak, kunnu hava brúk fyri mánaðum.
Altjóða Orkuumboðið metir, at tað kann taka umleið tveir mánaðir at fáa støðugar útflutningsstreymar aftur eftir eina møguliga enduropnan.
Men fyrstu veitingarnar fara at liggja undir støðinum frá áðrenn kreppuna.
Eisini er trupulleikin, at nærum øll tøka eyka framleiðsluorka liggur í Persiska flógvanum. Hon er sostatt eisini stongd inni aftan fyri Hormuz-strætið.
Tí finst eingin skjót loysn at erstatta burturfallið av olju á heimsmarknaðinum.