Ongi úrslit

Ólíkir partar í samstarvi

IRF og “Kvinna” samstarva um at fáa okkum at gagnnýta tilfeingið frá slaktinum í størri mun

Ólavur Waag Høgnesen
Í gjár kl. 20:00

IRF er sum flestum kunnugt sett í verðina fyri at taka ímóti burturkastið. Nú slaktið stendur fyri framman, fer IRF undir eitt átak við einum forvitnisligum endamáli fyri ein burturbeingarstovn: at sleppa undan burturkasti!

- Vit vilja eggja fólki til at taka so nógv sum gjørligt av slaktinum til sættis fyri at fyribyrgja, at óneyðuga nógv frá slaktinum endar sum burturkast, sigur John Mortensen, ið hevur marknaðarføring og samskifti um hendi hjá interkommunala felagsskapinum um hendi.

Slaktið – ein stór avbjóðing fyri IRF
Flettingartíðin er ein stór og serstøk avbjóðing fyri IRF. Nøgdin av burturkasti frá slaktinum er ovurstór og hevur við sær stórt arbeiðstrýst í oktobur. Av tí at nógv væta er í hesum burturkastinum (fyrst og fremst vembur, sum ikki eru tømdar), so tað kann vera trupult at stýra temperaturinum - umhvørvisliga hevur alstóran týdning, at hava javnan hita ovninum.

Uppløgdu ráðini eru sjálvsagt at heita á tey, sum hava slakt, um at tøma vemburnar og annars skilja burturkastið eftir reglunum, og tað verður sjálvsagt eisini gjørt. Eisini verður heitt á fólk um at lata burturkast frá slaktinum til aðrar móttakarar (sí aðrastaðni á síðuni. 

IRF og “Kvinna” - eitt ómakað par
Men í IRF hevur mann kláa sær í nakkanum og spurt: er tað ikki okkurt annað, ið vit eisini kunnu gera? Og tað er í hesum sambandi at uppskotið íkemur – uppskotið um at eggja Føroya fólki at gagnnýta avroð og annað í størri mun, upplýsir John Mortensen.

Burtur úr hesum er m.a. komið eitt ómakað par: burturkastfelagsskapurin IRF hevur kastað saman við blaðnum “Kvinna” í royndini at fáa fólk at gagnnýta tilfeingi frá slaktinum, sum annars ofta verður burturbeint.

- IRF vil fegin ganga á odda í umhvørvisspurningum og burðardygd, og ein táttur í hesum er at fáa sum mest burtur úr okkara náttúrutilfeinginum. Tað er hetta rákið, sum vit vilja leggja okkum í, sigur samskiftisráðgevin hjá IRF.

Uppskriftir
Hetta at eggja fólki til at gagnnýta tilfar frá slaktinum betur, er ikki ókent fyri IRF. Á heimasíðuni hjá IRF eru longu fleiri uppskriftir við tilfari úr avroðum og eisini hvat kann gerast burtur úr tálg. 

- Samstarvið við “Kvinnu” er ein roynd at lyfta hugskotið upp á eitt hægri støði og at røkka fleiri fólkum, sigur John Mortensen.

Í komandi “Kvinnu” , sum kemur út í komandi viku, eru fleiri upplýsandi greinar, har fólk kunnu leita sær íblástur um,  hvat kann gerast burtur úr tilfeingi frá slaktinum. Í blaðnum eru áhugaverdar samrøður við bøndur, raportasjur frá fletting og nýggjar spennandi uppskriftir.
- Hetta er eisini partur av einum størri umhvørvisspurningi, tí hvørt ár innflyta vit eitt stórt tonsatal av útlendskum kjøti og rávørum, heldur enn at gangnýta góða føroyska rávøru og varveita føroyska siðvenju. Hjá IRF vóna vit, at hetta er eitt rák sum fer at vinda uppá seg, soleiðis at tað slepst undan at enda í brenniovninum Leirvík, sigur John Mortensen.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45