Óli Mittún og hinir í GOG vunnu fyri lítlari løtu síðani flottan sigur í París. Úrslitið ímóti PSG var 36 – 34 sigur til Óla Mittún og liðfelagarnar.
Heilt stóri maðurin á unga GOG liðnum var Óli Mittún, sum var toppskorari við níggju málum, og sum legði upp til fleiri mál.
-Alt tað, sum Óli nertir við í kvøld eydnast, og hann er gullfuglur og í heimsklassa, var skoðsmálið, sum donsku frásøgumenninir góvu føroyska landsliðsspælaranum, og serfrøðingurin hjá TV2 Bent Nygaard svingar seg at siga, at Det er vildere end vildt, det som GOG præsterer, og semja er um, at hetta var besta Europa avrikið higartil hjá Óla Mittún.
At vinna í París ímóti PSG verður roknað at vera sera toført, og í kvøld vóru Óli Mittún og liðfelagarnir undirtippaðir. Eftir fyrra hálvleik var GOG frammanfyri 20 – 13. Síðstu løtuna minkaði munurin, men tað bleiv ongantíð heilt spennandi.
Fyrr í kvøld áttu bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum avgerandi leiklut í europeiskum dystum.
Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum vann 32 – 31 í Ungarn ímóti Veszprém. Hákun West av Teigum var toppskjútti við sjey málum, og tað var Hákun, sum í síðstu løtu skoraði sigursmálið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir í THW Kiel spældu toppdyst í Týsklandi ímóti Gummersbach. Leikluturin hjá føroyska landsliðsspælaranum var ikki so stórur í kvøld, sum hann annars hevur verið fyrsta partin av kappingarárinum, men tað var hann, sum javnaði til 25 – 25, sum eisini varð úrslitið, og hann skoraði trý av teimum seinastu fýra málunum.