Ongi úrslit

Óli Mittún skjótur aftur á vøllinum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
6 tímar síðan

Óli Mittún er farin í ein nýggjan kapittul í yrkisleiðini, nú hann umboðar danska stórfelagið GOG. Hann sigur seg longu trívast væl í nýggja umhvørvinum og hevur fingið góðar møguleikar frá byrjan.

Eg trívist sera væl í GOG. Hetta er jú ein klubbur, sum hugsar sera nógv um ungar leikarar og felagsskap, so tað eri eg sera glaður fyri. Eg havi fingið nógv álit longu nú frá venjaranum, og eisini nógva spælitíð, so tað er bara positivt frá byrjan av, sigur Óli Mittún.

GOG hevur longu spælt fýra dystir, og teirra millum hava verið uppgerðir móti altjóða stórfeløgum sum Barcelona og Aalborg. Hetta hevur sett krøv beinanvegin.

– Tann fyrsta tíðin hevur verið sera stuttlig og avbjóðandi. Nú hava vit spælt fýra dystir, og av teimum, er tað móti tveimum av bestu liðunum í verðini. Man følir sjálvandi eisini tann stóra munin frá Svøríki til Danmark beinanvegin, men tað er eisini sera læruríkt og avbjóðandi at spæla móti teimum bestu, sigur hann.

Hóast byrjanin hevur verið góð, hevur hann longu verið óheppin og fingið ein skaða. Óli greiðir frá, at hann fekk eina ljóta takling, meðan hann kom púra fríður móti málinum, og at økslin varð tikin aftur.

Tó eru boðini frá fysiotoyminum rímiliga góð. Talan er bert um ein lítlan fibur undir økslini, og hann verður mettur at vera burtur í 1–3 vikur, alt eftir hvussu væl tað gongur. Hann følur longu, at tað gongur betri.

Næstu dystirnir hjá GOG eru í Champions League, har teir møta Pick Szeged mikudagin. Hóast tann dysturin møguliga kemur ov tíðliga, arbeiðir Óli móti at vera klárur til annaðhvørt dystin fríggjadagin ella næsta mikudag.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20