Føroyska stjørnan Oli Mittun er júst fluttur til GOG frá svenska IK Sävehof, og longu týskvøldið fingu Gudme-áskoðararnir fyrsta sýningar fyri, hví vónirnar til unga leikaran eru so stórar.
Mittun var glóðheitur á U21 HM, har hann gjørdist toppskjútti í kappingini, “assist kongur” og MVP, og hansara avrik hava hugtikið bæði fjepparar og serfrøðingar. Nú heldur venjarin hjá GOG, Kasper Christensen, at 21 ára gamli kantspælarin skjótt kann fáa ein avgerandi leiklut í deildini.
- Hann verður ein av teimum bestu í deildini í ár, sigur Christensen við Fyens Stiftstidende.
Men tað eru eisini stórir skógvar at fylla í GOG. Í mun til seinasta kappingarár eru teir báðir Frederik Tilsted og Tobias Grøndahl farnir.
Serliga tann seinni var ein áfallandi profilur við 230 málum í kappingarárinum, sum gjørdi hann til næstbesta málskjúttan í deildini.
Hettar stendur at lesa í miðlinum h.bold.dk