Løgreglan sigur, at náttarlívið í nátt hevur verið rættiliga deydligt. Tað vóru enntá nøkur skeinkistøð, sum ikki høvdu opið í nátt og sum heild var rættiliga tómligt fyri fólk í býnum.
Ólavsøkan farna vikuskiftið varð drúgv, tí hon var eitt heilt vikuskiftið, umframt mánadagin og týsdagin tá ið sjálv ólavsøkan var. Og løgreglan heldur, at tað hevur sett síni spor, so at fólk orka ikki aftur í býin longu nú.
Men kortini vóru boð eftir løgregluni tríggjar ferðir í gjár eftir fólki, sum vóru avdottin, og sum annars vóru drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi.
Løgreglan sigur, at í øllum trimum førum, vórðu fólkini vakt, fingin á føtur og hjálpt til hús.