Løgreglan sigur, at tað hevur verið øgiliga nógv fólk í býnum í nátt. Og tá ið hugsað verður um, hvussu nógv fólk vóru í býnum, hevur tað verið rættiliga friðarligt.
Nakrar ferðir fóru fólk at keglast, men tey vórðu skild sundur, og sissaðu seg aftur, áðrenn tað varð áfast.
Løgreglan hevur hjálpt nøkrum fólkum til hús, tí tey vóru so drukkin. Tað skuldu tey eisini gera við ein mann, sum lá úti á berajólum og svav í nátt.
Men tá ið løgreglan vakti hann, varð hann so ómøguligur og ólátaður, at hann varð handtikin ístaðin fyri at verða koyrdur heim.
Sostatt endaði hann í brummuni, og tá ið hann verður sleptur úr aftur, verður tað við eini bót upp á 1.500 krónur.
tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Hann var á veg úr Havnini tá ið løgreglan steðgaði honum. Blóðroynd er tikin av honum og hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.