Ongi úrslit

OECD væntar góðan vøkstur í heimsbúskapinum

Útlitini fyri heimsbúskapinum næsta ár eru rímiliga góð 

Eyðun Klakstein
27. sepember 2024 kl. 14:02

Felagsskapurin OECD, sum fæst við altjóða handil og samstarv, roknar við góðum vøkstri í heimsbúskapinum í ár og næsta ár. 

Í mai roknaði OECD við, at vøksturin í heimsbúskapinum í ár fór at verða 3,1 prosent. Nú hevur felagsskapurin kvinkað útlitini í ár og næsta ár upp á 3,2 prosent. Tað verður roknað sum nøktandi, tó uttan at vera serliga gott. 

Sum heild er heimsbúskapurin sterkur, og inflatiónin er støðugt minkandi, sigur OECD.

Støðan er langt frá tann sama í øllum londum. Eitt nú hevur Týsklandi verri útlit enn fleiri onnur lond. Í fjør gekk týski búskapurin aftur við 0,1 prosenti, og OECD roknar við 0,1 prosent vøkstri í ár. Men í 2025 verður roknað við vøkstri um eitt prosent í Týsklandi. 

Inflatiónin er á veg niður aftur, og OECD roknar við, at í 2025 er inflatiónin aftur komin á tað støðið, sum londini ynskja, at hon skal vera. 

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25