Ódnin Melissa fór fram við Jamaika í nátt og kom á land í Kuba klokkan 8.00 sum ódn í bólki 3.
Í minsta lagi 735.000 fólk eru flutt úr Kuba.
Forsetin í Kuba, Miguel Díaz-Canel, hevur gjørt viðmerkingar til núverandi støðuna á oynni, har ið ódnin hevur herjað á í næstan seks tímar.
Tað hava verið stórir skaðar á oynni, men Miguel Díaz-Canel fer ikki í smálutir um, júst hvat er oyðilagt.