Oddagrein: Ábyrgdin er okkara

Í vikuni var framløga í Vinnuhúsinum, har 12 fyritøkur, sum eru gingnar saman um átakið Burðardygt Vinnulív, løgdu fram sínar ætlanir um, hvussu tær vilja minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Sveinur Tróndarson
23. september 2021 kl. 17:00

Í vikuni var framløga í Vinnuhúsinum, har 12 fyritøkur, sum eru gingnar saman um átakið Burðardygt Vinnulív, løgdu fram sínar ætlanir um, hvussu tær vilja minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Sjálvt um stigini, sum vit taka í løtuni enn eru fá og smá, so eru vit har, bæði sum samfelag og sum borgarar, at tað er upp til okkara at syrgja fyri, at tað sum vit lata frá okkum, tá vit eru liðug her, er í so góðum standi hjá teimum, sum koma eftir okkum, at taka við, tá teirra tørn kemur.

Og sjálvt um fetini, sum eru tikin og tey fetini, sum vit taka beint nú kanska eru fá og smá, so síggja vit, sum eru komin nakað til árs, hvussu nógv er broytt júst á hesum øki í okkara tíð.

Gaman í ferðast vit meira enn vit nakrantíð hava gjørt, og gaman í brúka vit meira av náttúruni enn vit nakrantíð hava gjørt, men tað góða er, at vit vita, at tað áliggur okkum at syrgja fyri, at vit hava nakað at lata víðari.

Tað sum eg kann minnast var tankagongdin slett ikki tann sama í “gomlum” døgum.

Bara í mínari tíð er so nógv broytt, at samfelagið næstan ikki er til at kenna aftur. 

Tá vit fyrr beindur ymiskt burtur, fór tað fyri bakka, soleiðis heilt bókstaviliga, tí tað fór á sjógv og so skuldi náttúran taka sær av restini.

Og tá vit í síni tí skuldu hava eina brennistøð, sum skuldi taka sær av júst tí trupulleikanum, tá brúktu vit ár til at stríðast um, hvar ein slík skuldi liggja, tí hon skuldi ikki liggja inni hjá “okkum”.

Vit eru komin víðari harfrá, og vit duga nú betur at síggja, at tað er neyðugt at vit taka okkum av náttúruni. 

Vit kunnu ikki bara brúka hana eftir vild, ella misbrúka um vit heldur vilja brúka tað orðið, tí sjálvt um náttúran er sterk, so hevur hon ikki óavmarkaða megi. Og tí mugu vit tilpassa tað, sum vit brúka hana til.

Hetta er ikki bara galdandi fyri tað, sum vit síggja við berum eygum. Hetta snýr seg eisini um tað, sum vit ikki síggja, og ikki mist um tað tilfeingi sum vit gagnnýta.

Tað er okkara uppgáva at tryggja, at tað verður gjørt upp á ein skilagóðan máta, so tað bæði er nokk til okkum sjálvi og tey, sum koma aftaná okkum.

Vit eiga ikki tað, sum vit búgva í. Vit læna tað frá teimum, sum skulu taka við, og tá eru vit ikki rætthugsandi, um vit eru egoistisk og bara hugsa um okkum sjálvi.

Vit fara altíð at gera mistøk, tað vita vit. Men lat okkum viðurkenna tey og royna at bøta um tað sum vit kunnu bøta um.

Vit skulu nokk koma fram á leið, eisini tey sum taka við, og vit koma longri um vit hugsa okkum um.