Ongi úrslit

Nýtt trivnaðarhús í Álakeri

Ein leingi saknaður miðdepil gerst nú veruleiki

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 16:12

Hettar boðar Tórshavnar havn frá í dag, har tey á Facebook skriva :

-Stór løta í dag, tá ið sáttmáli varð undirskrivaður um nýtt trivnaðarhús á Álakeri.

Tey, sum hava síni ørindi niðri á Álakeri, hava leingi saknað ein basa, ein savnandi miðdepil. Sum er, steðga fólk ikki á og práta, men koyra bara framvið. Trivnaðarhúsið (sum enn ikki hevur nakað navn) verður staðið, har ið hesi fara at koma saman.

Um morgnarnar fer hetta at verða nýtt sum undirhús hjá eldri monnum (og kvinnum, um tær vilja), og seinnapartar kunnu skúlabólkar, t.d. sjóvinnubreytin hjá Nám X, nýta húsið til undirvísing. Rescue LÍV fer eisini at nýta húsið, og helst eisini Tórshavnar bátafelag.

Sum tit síggja á myndunum, verður húsið í einari hædd við stórum vindeygum við útsýni yvir bátahylin. Har vera góð parkeringsviðurskifti, og alment vesi verður á útsíðuni.

”Her skal eingin spara seg”, sang ein havnarmaður, tí við hesum hentleikum verður eisini møguleiki fyri alskyns aktivitetum: yoga, saunagos, sjódypping, køldum pottum, kajakk, o.s.fr.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44