Ongi úrslit

Nýtt staklag hjá Lindu Andrews úti í dag

Jóhanna Højgaard
1. august kl. 19:10

Føroyski X Factor vinnarin Linda Andrews er nú aftur við einum sterkum tónlistarligum comeback.

Nýggja staklagið hjá henni “Find My Way” er komið út í dag, 1. august og er fyrsti smakkur av komandi fløguni, sum kemur út í heyst.

“Find My Way” er eitt orkuríkt bland av poppi, soul, blues og country – eitt ljóð, sum hóskar til máttmikla og nuanseraða vokalin og erliga úttrykkið hjá Lindu.

Lagið varð skrivað av Lindu Andrews, Sune Lynge Rasmussen og Rune Stilling Buck, og framleitt av navnframa Christian Refer (MØ, Christopher, Søren Huss, Jacob Aksglæde, Prisma, Patina og onnur).

– Tað er ein sangur um at finna dirvið til at lurta eftir sær sjálvum og fylgja dreymunum – sjálvt um lívið hevur verið uppá brekku.

Tað snýr seg um at kenna seg, at standa fastur og at finna heim innan í sær sjálvum, sigur Linda Andrews.

Linda gjørdi veruliga um seg sum vinnari av X Factor, og hevur síðani gjørt um seg sum songkvinna, sangskrivari og dirigentur.

Við ótrúliga nógvum livandi tónleiki í ymsum høpi hevur hon bygt upp ein tryggan fjepparaskara bæði í Føroyum og í Danmark.

"Find my way" á Spotify og á Youtube

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

Í gjár kl. 20:36

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45