Ongi úrslit

Nýtt kappingarráð tók við um mánaðarskiftið

Ráðið skal hava kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparfrøði, fíggjarlig viðurskifti og viðurskifti brúkaranna

Kappingarráðið
23. sepember kl. 14:23

Landsstýriskvinnan í Uttanríkis- og Vinnumálum, Siri Stenberg, hevur tilnevnt nýtt Kappingarráð, ið tók við tann 1. september 2025.

Ráðið hevur fimm limir og tveir varalimir. Ráðið skal hava kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparfrøði, fíggjarlig viðurskifti og viðurskifti brúkaranna. Formaðurin og tveir av limum ráðsins skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum og brúkaramálum.

Virkandi Kappingarráð er nú:

  • Mourits Joensen, búskaparfrøðingur, formaður

  • Marita Rasmussen, fiskivinnufrøðingur

  • Kári Davidsen, advokat

  • Astrid Øregaard, løgfrøðingur                                       

  • Herit Albinus, búskaparfrøðingur               

Varalimir:

  • Malan á Dunga, búskaparfrøðingur

  • Brandur Ellingsgaard, løgfrøðingur

Kappingarráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Kappingareftirlitsins fyrisiting av løgtingslógini og reglum ásettar sambært løgtingslógini. Harumframt tekur Kappingarráðið avgerð í málum av prinsipiellum ella serliga stórum týdningi. Ráðið góðkennir eisini tær kanningar, ið Kappingareftirlitið ger sambært § 29.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47