Ongi úrslit

Nýtt graslíki verður lagt á vøllin á Svangaskarði

Nýggi vøllurin hevur korkfyllu eins og vit kenna tað frá vøllunum í m.a. Klaksvík, Sørvági og í Gøtu

Nes.fo
6. mars 2025 kl. 18:18

Seinnapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Føroya Møblasølu um nýggjan graslíkisvøll á Svangaskarði. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Birgir Andreasen undirskrivaði fyri Føroya Møblasølu.

Nýggi vøllurin hevur korkfyllu eins og vit kenna tað frá vøllunum í m.a. Klaksvík, Sørvági og í Gøtu. Við at velja korkfyllu hevur Nes kommuna eisini hugsað um tað umhvørvisliga.

Føroya Møblasøla syrgir fyri veitingini, áleggingini og tí, sum hartil hoyrir. Harafturat er avtalað eitt árligt eftirlit.

Nes kommuna skal fyriskipa at taka gamla vøllin av og burturbeina hann.

Núverandi graslíki á ovara vølli á Svangaskarði er frá 2012 og nógv slitið.

Í eina tíð hevur miðvíst verið  arbeitt  við at gera fyrireikingar. Sports Lab og aðrir ráðgevar hava hjálpt til í tilgongdini. Eisini hevur umsitingin verið í samband við fleiri aðrar kommunur og nógv fólk, sum hava royndir og kunnleika til vallarrøkt til tess at fáa greinað, hvussu aðrir vøllir hava roynst.

Nes kommuna  bað um tilboð uppá nýtt graslíki við tilhoyrandi stoytdoyvingarlagi frá tveimum veitarum.

Á býráðsfundi, tann 24. februar, varð einmælt samtykt, eftur eftir tilmæli frá teknisku nevnd og fíggjarnevndini, at taka av tilboðnum frá Føroya Møblasølu/Domo Sports v. Birgir Andreasen.

Avtalað er, at nýggi vøllurin verður lagdur á í tíðarskeiðinum 16. -30. juni.

Um mánaðarskiftið mai/juni verður farið at taka gamla vøllin av og gera aðrar neyðugar fyrireikingar.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25