Ongi úrslit

Nýtt fólk hjá Sambandinum í Norðoyggjum

Felags fyri teir báðar, sum nú eru uppstillaðir fyri Norðoya sambandsfelag er, at teir ikki vóru á listanum í 2022

Jonhard Hammer
7 tímar síðan

Norðoya sambandsfelag boðar í kvøld frá, at felagið hevur stillað tveir menn upp til løgtingsvalið, sum verður hósdagin 26. mars.

Annar er Hermann Samuelsen, sum í 2024 varð valdur í Klaksvíkar býráð fyri Sambandsflokkin.

Hin er Jóan Petur Joensen, sum er sjómaður.

Felags fyri teir báðar er, at teir vóru ikki á listanum til løgtingsvalið í 2022. Tá vóru trý umboð fyri sambandsfelagið í Norðoyggjum á listanum. Eingin teirra er á listanum hesa ferð.

Ein teirra er Frimodt Rasmussen, sum fekk 233 persónligar atkvøður, og sum fyri stuttum boðaði frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur.

Ein annar er Áron Vest, sum fekk 134 persónligar atkvøður. Nú er tað nakað síðani, at hann boðaði frá, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum, tí hann var misnøgdur við, at tingfólk úr flokkinum vóru við til at leggja uppskotið um fría fosturtøku fyri tingið.

Og tann triðja er Hanna Ovadóttir, sum er ættað úr Klaksvík og býr í Haraldsundi. Hon fekk 113 persónligar atkvøður.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25