Ongi úrslit

Nýskipanarnevndin mælir til hesar broytingar

Nýskipanarnevndin
21 tímar síðan

 At lækka talið á aðalráðum úr 9 aðalráðum niður í 6 aðalráð  

- Løgmansskrivstovan og 5 vanlig aðalráð.  

Talið av aðalráðum hevur varierað, og málsøki eru flutt aftur og fram eftir hvørt val, sum partur  av samgongusamráðingum. Hetta er óheppið og skapar gang, meirkostnað, vitanarmiss og  óstabilitet, bæði í aðalráðunum og í stovnunum undir ráðunum, og minni fæst burturúr,  meðan broytingarnar fara fram.  

Vit hava í løtuni 9 aðalráð. Hetta er tað mesta nakrantíð. Talan er um áleið 140 ársverk og ein  árligan rakstur á umleið 145 milliónir kr. (mett 2025 tøl), umframt landsstýrisfólk.  

Mett verður ikki, at tað er skynsamt við so nógvum aðalráðum.  

Miðað eigur at verða ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri eƯektivitet og eitt sterkari fakligt  umhvørvi. Ov nógv aðalráð gera tvørgangandi arbeiði og samskipan truplari. Tað hevði skapt  meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til 6 aðalráð við politiskari semju,  soleiðis at man samráddist um teir somu landsstýrispostarnar eftir hvørt val.  

Landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landstýrisfólk, umframt løgmann.  

 Mælt verður til, at Stýrisskipanarlógin verður broytt, soleiðis at teksturin, sum nú sigur í  §27, at í Landsstýrinum sita Løgmaður og minst tveir landsstýrismenn afturat sær, fær  eitt uppískoyti, sum sigur, at mesta talið av landsstýrisfólkum afturat Løgmanni er fimm  landstýrisfólk.  

 Mælt verður til við politiskari semju, at stovnsett verða fylgjandi 6 aðalráð við hesum  málsbýtum: 

 Miðað eigur at verða eftir einum so fløtum bygnaði sum gjørligt í aðalráðunum við  tvørgangandi funktiónum, har tað er gjørligt. Deildir niður í 1-2 starvsfólk við egnum  deildarstjóra eiga ikki at koma fyri. Miðað eigur at verða eftir deildum við minst 10  fólkum til hvønn deildarstjóra, sum kann hava fleiri øki undir sær. 

 Minst møguligt av málsviðgerð skal verða í aðalráðunum. Eftirverandi málsviðgerð  eigur at delegerast til verandi stovnar. 

Hetta vildi spart 3 landsstýrisfólk, 3 aðalstjórar og dupultfunktiónir, sum ikki longur vil verða  tørvur á við færri aðalráðum. Eisini kann væntast ein betri raðfesting við færri aðalráðum.  Høliskostnaðirnir minka eisini við at samla aðalráðini í færri eindir, ið tilsamans eru minni.  Miðað verður ímóti at savna øll aðalráðini á einum stað. 

Beinleiðis sparingin, tá umskipanin er framd og hevur fingið fullan virknað, er mett til á leið  15% av kostnaðunum av verandi aðalráðum ella 20 milliónir um árið. 

Tá aðalráðini eru fækkað, og bygnaðurin er greiður, so eiga fylgjandi átøk at verða framd: 

 Miðað eigur at verða ímóti, at starvsfólkatalið í hvørjum aðalráði er stabilt eftir  umskipanina. 

 Kunngerðir og rundskriv eiga at endurskoðast við tí endamáli at minka um talið av  kunngerðum og rundskrivum. Og metast skal um, hvørt kunngerðirnar eru neyðugar  ella umbidnar. Eisini eigur at verða ansað eftir, at lóggáva og skipanir, ið verða avritaðar  ella partvíst avritaðar, hóska til føroyska samfelagið.

 Eisini eigur man at umhugsa sólseturásetingar á lógir, kunngerðir og rundskriv, so at  tær detta burtur av sær sjálvum eftir eitt áramál, uttan so tær verða samtyktar ella  lýstar av nýggjum.  

 Endamálið í øllum aðalráðum eigur at verða at minka um samlaða talið av lógum,  kunngerðum og rundskrivum fyri at minka um óneyðuga regulering og kompleksitet í tí  almenna.  

 Nýggjar kunngerðir ella átøk, ið krevja størri umsiting, eiga at umhugsast sera gjølla og  bert setast í verk, um tað verður mett alneyðugt, ella er umbiðið av borgarum, feløgum  ella kommunum.  


Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58