Ongi úrslit

Nýnazistur skal í kvinnufongsul eftir at hava skift kyn

Liebich hevur nevniliga í áravís verið kendur fyri síni høgravendu sjónarmið

Jóhanna Højgaard
31. august kl. 00:00

Ein høgravendur aktivistur hevur seinastu mánaðirnir fingið nógvar yvirskriftir í týsku bløðunum.

Hettar eftir at hava skift kyn, og síðani fingið loyvi at sita sína fongsulsrevsing í einum kvinnufongsli.

Málið snýr seg um týskaran Sven Liebich, sum í nítiárunum var limur í nýnazistiska felagsskapinum Blood & Honor.

Soleiðis sá nýnazisturin Sven Liebich út, tá hann varð dømdur eitt hálvt ár í fongsul í 2023. Mynd: Heiko Rebsch/dpa/AP Myndir

Hann hevur fyrr elvt til øsing, við millum annað at sagt at tvørkynd eru "sníkar".

Men nú hevur Liebich, sum varð dømdur eitt hálvt ár í fongsul í juli 2023 fyri ærumeiðing og haturstalu, offisielt broytt kynssamleika sín, frá at vera maður til at vera kvinna.

Hann hevur eisini fingið sær navnið Marla-Svenja Liebich. Fleiri týskir miðlar, eitt nú Der Spiegel og Bild, siga frá hesum.

Týskir miðlar hava sett spurnartekin við, um kynsskiftið hjá Liebich er álvarsamt, ella bara ein provokatión sum er ætlað at avbjóða skipanina.

Liebich hevur nevniliga í áravís verið kendur fyri síni høgravendu sjónarmið og hevur eisini áður gjørt queerfobiskar útsagnir," skrivar Der Spiegel.

Ein nýggj lóg í Týsklandi ger tað lættari at registrera nýtt kyn og navn.

Lógin loyvir einstaklingum at broyta skrásetta kyn og fornavn gjøgnum umsókn til myndugleikarnar, í staðin fyri at skula fáa loyvi ígjøgnum rættin,sum áður hevur verið.

-Nú kanst tú broyta kyn við bert trimum klikkum á músina.

-Lógin er ikki hóskandi í verandi líki og ikki nóg væl umhugsað. Tí at áseta títt kyn er ikki eitt spæl, sigur týski advokaturin og professarin í almennum rætti, Volker Boehme-Neßler, við blaðið Bild.

Lóggávan í Týsklandi viðvíkjandi kynsskifti hevur sveiggjað frá einum ekstremi til hin, sigur hann at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46