Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og
juni.
Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tiknir upp, og tá ymiskt eftirlit er gjørt, verða mátararnir lagdir útaftur.
Á tí fyrra túrinum varð ein nýggjur streymmátari við serligari uppdrift royndur í Bankarennuni. Niðri við botn í Bankarennuni er hart rák av sonevndum yvirflotssjógvi.
Her hevur Havstovan mátað rákið síðani mitt í nítiárunum við sonevndum
ADCP-streymmátarum (Acoustic Doppler Current Profiler).
Hesir nýta ljóð at máta rákið við hjálp av sonevndu Doppler effektini.