Ayatollah Alireza Arafi er útnevndur sum nýggjur limur í ovasta leiðararáðnum í Iran, og hann tekur fyribils við, eftir Ali Khamenei sum ovasti leiðari í Iran.
Arafi er prestalimur í Verndarráðnum, sum er hægsti myndugleiki í Iran.
Alireza Arafi, sum er føddur í 1959, hevur leingi verið mettur sum ein møguligur nýggjur ayatollah. Hann kemur úr einari sera virdari prestafamilju í Iran.
Hann byrjaði átrúnaðarliga lesnaðin sum 11 ára gamal, og hevur lisið undir teimum stórstu iransku átrúnaðarleiðarunum. Hansara serfrøðisøki er islamsk rættarfrøði og heimspeki.
Hann dugir flótandi arabiskt og enskt, og sigst vera sera tøknifrøðiligur.