Ongi úrslit

Nýggjar fløskumóttøkur í Havn

Flestu Á-handlar í Havn hava nú fingið nýggjar og eyka effektivar fløskumóttøkur, har tú kanst stoyta allar fløskur í samstundis.

Tíðindaskriv
6 tímar síðan

Soleiðis sleppa kundar í hesum Á-handlunum undan at koyra eina og eina fløsku í maskinuna í senn. Nú kanst tú koyra ein heila posa í einum. Hetta minkar munandi um møguligar bíðirøðir, og kundin nýtist ikki longur at fáa kleprandi fingrar, tá fløskurnar skulu latast inn aftur í býti við pant. 

Nýggju fløskumóttøkurnar eru at finna í Á Sundsvegur, Á Landavegur og Á Argir. Hesir handlar taka í løtuni móti øllum fløskum, sum hesir handlarnir sjálvir selja. 

Í summar kemur tó ein nýggj pantskipa í verk, og tá fara allir handlar at taka móti øllum sløgum av fløskum í Føroyum. IRF fer at standa fyri tí skipanini, sum hesa fløskumóttøkurnar eisini verða ein partur av. 


Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

Í gjár kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09