Nýskapan, virðisøking og meirvirking av tilfeinginum er ein av týðandi tættunum í samgonguskjalinum, tá umræður fiskivinnuna. -Í stuttum handlar hetta um, at vit skulu fáa meiri burturúr og størri virði úr fiskinum og okkara felags tilfeingi í sjónum.
Í tráð við hetta varð í 2023 farið undir at tillaga skipanina við fiskivinnuroyndum, so størri fokus var á gransking, menning og nýskapan. Nýggja skipanin varð sett í gildi á heysti í fjør og lýst varð eftir umsóknum, har skilt varð ímillum størri verkætlanir – sonevndar flaggskipaverkætlanir – og smærri verkætlanir.
Krøvini til flaggaskipaverkætlanir er m.a., at talan skal verða um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, herundir Phd-verkætlanir. Talan skal eisini verða um bindandi samstarv ímillum føroyskar vinnufyritøkur og føroyskan granskingarstovn – júst hetta er ein týðandi liður í bæði at menna føroyskar fyritøkur og at menna føroyskar granskingarførleikar og granskingarstovnar.
Nú fyrsta umsóknarumfar er endað er játtan latin til fýra spennandi flaggskipaverkætlanir – tvær hava beinleiðis við vørumenning at gera.
Tá okur í 2023 í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum (har Jóhan Christiansen nú er landsstýrismaður) settu á skrá gransking, menning og nýskapan, so var tað við einum greiðum málsetningi um, at Føroyar – manningar, skip, reiðarí, avleiddar vinnur á landi kommunu- og landskassar – skuldu fáa meiri burturúr okkara tilfeingi úr sjónum.
Gransking, menning og nýskapan hevur ávirkan á útflutningsvirðið
Í orðaskiftinum, sum var um hetta bæði í 2023 og í 2024, vísti eg í fleiri umførum til íslendsku fyritøkuna Kerecis, sum er kend fyri at framleiða fiskaskræðu til húð-transplantatión.
Stjórin og stovnarin av Kerecis, G. Fertram Sigurjonsson, vísti í apríl mynd, sum vísir íslendska útflutningsvirði á vørum framleiddar úr toski, samanborið við norska útflutningsvirði – og tølini skilja eisini ímillum útflutningsvirðið við ella uttan Kerecis. Eins og víst í myndini niðanfyri, so hevur Kerecis eina sera sjónliga ávirkan á útflutningsvirðið av vørum framleiddar úr toski.
Spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan játtanin til TARI og JFK Trol fara at hava á virðisøkingina av úrdráttum úr sjónum – og um aðrar flaggskipaverkætlanir fara at hava beinleiðis ávirkan á útflutningsvirðið.
Greitt er, at tað tekur tíð at ganga nýggjar leiðir, men hetta verður vónandi ein góð byrjan, nú nýggja stuðulsskipanin til gransking, menning og nýskapan er farin at virka.
Dennis Holm,
løgtingsmaður fyri Tjóðveldi