Ongi úrslit

Nýggj útstykking farin í gongd

Uppskotsmynd frá Henning Larsen arkitektum, sum hava ráðgivið og endaliga prosjekterað útstykkingina við Niklasmørk
Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Nú fer aftur at gerast møguligt at ogna sær eitt grundstykki í hugnaligu bygduni Syðrugøta.

Eystur kommuna boðar frá, at nýggja útstykkingin í Niklasmørk í Syðrugøtu, er farin í gongd í dag, 28. apr. 2026, har borgarstjórin, Per Martin Gregersen, loysti tað fyrsta flagið.

Átta sethúsa-grundstykkir, vera gjørd byggiklár, umframt 3.700 fermetrar sum eru løgd av til raðhús og íbúðarbygging.

J&K Petersen eru teir sum standa fyri arbeiðinum, og sum somuleiðis fara at standa fyri bæði bygging og sølu av raðhúsunum. Talan er um áleið 15 til 17 raðhús, og sostatt verður samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum millum 23 og 25 bústaðir.

Eftir ætlan fer arbeiðið at taka umleið eitt ár. Tá ið grundstykkini verða klár, verður lýst nærri, hvussu hesi verða seld borgarum.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

9 tímar síðan

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18