Ongi úrslit

Nýggj lóg um porno í Onglandi

Nærum líka nógv atkvøddu ímóti

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Bretska stjórnin hevur í dag bannað framleiðslu av porno, sum avmyndar kynsligar gerðir millum familjulimir, fostur-familjulimir, umframt stjúk-familjulimir.

144 atkvøddu fyri hesari lógini, meðan 143 atkvøddu ímóti. Tað skrivar The Guardian.

Tá lógin kemur í gildi, kunnu brotsverkini verða revsaði við upp til fimm ára fongsli. Hettar kemur alt annað uppá hvussu álvarsligt innihaldið er.

Meira neyvt verður tað altso bannað at hava ella geva út pornografi, sum avmyndar kynsliga samveru umframt kynsligan ágang millum familjulimir, stjúk-familjulimir, ella fostur-familjulimir, har ein persónur letur sum um hann er undir 18 ár.

Heili 143 limir av ensku stjórnarlimunum atkvøddu ímóti nýggju lógini. Tey halda, at tá tað ikki er forboðið at hava kynsliga samveru við stjúkfamiljulimir, so verður tað ov trupult at umseta eina tílíka lóg.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43