Ongi úrslit

Nýggj lóg á veg: Kunnu krevja at fólk skulu lata seg koppseta

Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Higartil hava vit í Føroyum verið undir donsku lógini, tá ið farsóttir hava gingið. Men í kjalarvørrinum á koronu, var farsóttarøkið yvirtikið fyri tveimum árum síðani - og tí skulu vit nú eisini hava eina føroyska lóg um, hvussu farast skal fram í Føroyum, tá ið farsóttir ganga.

Tað fer Margir Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um í næstum. Uppskotið um eina føroyska farsóttarlóg er send til ummælis hjá avvarðandi myndugleikum og stovnum.    

Í hesum sambandi skal lógin fevna um tað, sum verður kallað samfelagshóttandi sjúkur. Ein samfelagshóttandi sjúka er ein almenn vandamikil sjúka, hvørs spjaðing førir til, at týdningarmiklar samfelagsfunktiónir verða álvarsliga tarnaðar.

Dømi um hetta kann verða, at vandi er fyri, at Løgtingið, Landsstýrið, Sjúkrahúsverkið ella Almannaverkið verða løgd lamin.

Landsstýriskvinnan vísir á, at hesi seinastu árini eru fleiri nýggjar smittusjúkur komnar afturat, og tí kann tað verða neyðugt broyta lógina skuldu influensa, meslingar, svínakrím ella fuglakrím, farið at ganga.

Í lógini stendur, at verða fólk smittað við eini alment vandamiklari sjúku, hava tey beinleiðis skyldu til at lata seg kanna av lækna. Tey hava eisini beinleiðis skyldu til at lata seg avbyrgja ella innleggja á sjúkrahús, lata seg koppseta og lata seg reinsa fyri smittu- og/ella lívfrøðiligum evni.

Samstundis kann landsstýrisfólkið í heilsumálum, eftir samráðing við Landslæknan, gera reglur um, at læknar, og onnur heilsustarvsfólk, skulu vera við í arbeiðnum at niðurberja smittusjúkur.

Sambært lógini fer tað at bera til at avbyrgja eitt økið, ella at nokta fyri at almenn tiltøk vera í økinum - og at fyritøkur skulu latast aftur heilt ella partvíst.

Somuleiðis kann Landsstýrið gera serligar reglur um, hvussu skúlar og dagstovnar verða skipað í sambandi við smittusjúku.

Skip og flogfør, sum koma til Føroyar, ella fara úr Føroyum, skulu boða frá, hvussu heilsustøðan er umborð.

Landsstýrið kann seta forboð fyri at bátar, skip og flogfør, komu til landið og krav kann eisini verða sett um, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast. Landsstýrið kann eisini gera serligar reglur um viðføri hjá fólki, um post og annað.

Verða boðini frá myndugleikunum ikki fylgd, kann tað kosta bót, ella fongsul upp í seks mánaðir.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48