Ongi úrslit

Nýggj lærubók í stjórnmálafrøði verður løgd fram

Bókin er givin út á Námi og er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og øðrum, ið tørva eina innleiðslu til evnið

setur.fo
2. oktober 2025 kl. 16:36

Beinta í Jákupsstovu, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað nýggja lærubók við heitinum Stjórnmálafrøði - hvat, hví og hvussu.

Bókin er givin út á Námi og er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og øðrum, ið tørva eina innleiðslu til evnið. 

Í hesum sambandi verður almenn bókaframløga týsdagin 7.oktober kl. 15:00 á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.

Ritstjóri og starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini halda røður, og síðani verður høvi at heilsa upp á høvundin og ogna sær bókina. Eisini verður kaffi og okkurt afturvið.   

Stjórnmálafrøði er lærugreinin um politiskt virksemi; um stýrisskipanir og politiskar tilgongdir; um politiskar hugsjónir og um vald at seta politisku kósina og stýra.

Bókin greiðir í stuttum frá høvuðsrákum í politiskari gransking. Kjarnuhugtøk verða lýst, og víst verður á ymiskar grundir til politiskar trupulleikar. Politikarar, tíðindafólk o.o. brúka hesi hugtøk, og tey halda seg ofta til felags fatanarkarmar.

Grundvøllurin í einum fólkaræði er politiskt kjak, men viðhvørt kann tað vera trupult at skilja og meta um dagsins fløktu politisku støðu. Henda innleiðslubók gevur eina fatan av málburði og ymiskum hugsanarháttum í politikki.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

Í gjár kl. 19:42