Ongi úrslit

Nýggj kunngerð styrkir eftirlitið á eldraøkinum

Við nýggju kunngerðini fáa tær nú ein greiðan og felags leist fyri, hvussu eftirlitið skal fara fram, hvat eftirlitið skal fevna um, og eina freist nær eftirlitið skal verða framt

Almenna- og mentamálaráðið
6 tímar síðan

Ein týðandi nýskipan innan eldraøkið er nú sett í gildi. Ein nýggj kunngerð tryggjar, at eftirlit við heimatænastu, eldrarøkt og øðrum tilboðum sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður skipað, regluligt og eins í øllum landinum.

Sambært lógini hava kommunurnar ábyrgdina av eftirlitinum. Men við nýggju kunngerðini fáa tær nú ein greiðan og felags leist fyri, hvussu eftirlitið skal fara fram, hvat eftirlitið skal fevna um, og eina freist nær eftirlitið skal verða framt.

Kunngerðin er gjørd í tøttum samstarvi millum Almanna- og mentamálaráðið og kommunurnar, og arbeiðið fær gott skotsmál av landsstýrismanninum:

“Nú er long tíð liðin, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, men reglur um sjálvt eftirlitið hava mangla. Tað hava vit nú bøtt um. Við hesi kunngerðini fáa kommunur og kommunal samstørv greiðar karmar at fremja eftirlit við tilboðum og tænastum, sum tær veita,” sigur landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu.

Kunngerðin er nú lýst og arbeiðið við at fremja eitt støðugt eftirlit kann nú veruliga fara í gongd í øllum landinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

14 tímar síðan