Seinnapartin hósdagin skrivaði Fótbóltssamband Føroya undir stuðulsavtalur við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.
Avtalurnar, ið eru galdandi næstu fimm árini, merkja, at hesar tríggjar fyritøkurnar verða høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum.
– Við samstarvinum fáa vit eitt sterkt og støðugt grundarlag at byggja á. Vit ynskja alla tíðina at menna okkara kappingar og kunnu við hesum avtalum arbeiða miðvíst við at lyfta tær upp á eitt hægri stig, samstundis sum vit skapa støðufesti og hava møguleikar fyri langtíðarætlanum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Í felag vilja Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways leggja dent á, at føroyskur fótbóltur verður bygdur á trivnað og felagsskap um alt landið, og at geva komandi ættarliðum íblástur til menning og samstarv.
Sí Myndir her : https://www.fsf.fo/nyggir-hovudsstudlar/