Ongi úrslit

Nýggi Havnarvegurin er nokk so lumpisligur hjá bilførarum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:04

Nú er nakað síðani at nýggi ringvegurin uttan um Havnina, Havnarvegur, læt upp. Tað er ein beinur og góður vegur, har tað er freistandi at koyra eitt sindur skjótt.

Hann liggur úti í óbygdum og tí er freistandi at halda, at har er loyvt at koyra 80. Men tað er tað ikki, tí hámarksferðin er lækkað niður í 60, og tað hevur lumpað mangan bilførara.

Harafturat kemur tað, at tá ið ferðin er niðursett, skal einki til fyri at missa koyrikortið.

Koyra bilførarar 76 á Havnarvegnum, fáa teir klipp í koyrikortið, og koyra teir 81, missa teir koyrikportið treytað. Tað merkir, at bilførarin kann halda fram at koyra, men skal taka koyrikortið umaftur innan fyri einar tríggjar mánaðir, annars missur hann tað heilt.

Men koyra bilførarar 101 kilometrar um tíman, missa teir koyrikortið á staðnum.

Og tað var nettupp tað, sum hendi í gjár. Løgreglan var á Havnarvegi við ferðmátaranum, og har vóru fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ímillum 76 og 84 kilometrar um tíman.

Sostatt fingu onkrir klipp í koyrikortið, og aðrir mistu tað treytað og mugu taka tað umaftur.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44