Ongi úrslit

Nýggi barnagarðurin á Norðoyri reistur

Seinnapartin í dag bleiv nýggi barnagarðurin á Norðoyri reistur. Spakin varð settur í 26. mars, og nú, góðar tveir mánaðir eftir, veittraði Merkið yvir nýggja stovninum, sum eftir ætlan skal standa liðugur longu í august í ár

Sigurjón Einarsson
11. juni 2021 kl. 16:00

Fitt av fólki var komið saman til reisigildið á Norðoyri seinnapartin. Sum nakað serligt vóru børnini, ið hava fingið pláss á nýggja stovninum eftir summarfrítíðina, eisini boðin við til hátíðarhaldið.

Eyðstein Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, segði nøkur orð, og Rakul Ró sang tveir sangir, umframt at børnini fingu eitt træ frá býargartnaranum, sum tey høvdu sett sítt navn á.

Klaksvíkar kommuna sigur, at umstøður vóru ikki til at seta trøini niður í dag, men seinni í summar fara børnini at gróðurseta hvør sítt træ við sínum navni á kring nýggja dagstovnin á Norðoyri.

Bygningurin, sum nú er reistur, líkist sera nógv nýggjasta partinum av Fjallafípuni, sum Norðhús somuleiðis var við at byggja. Tann byggingin tók sjey mánaðir at byggja - frá tí, at spakin varð settur í, til at børn og starvsfólk kundu taka stovurnar í nýtslu.

Kommunan hevur eisini góðar vónir til, at eisini hesin bygningurin kann takast í brúk í august.

Sáttmálin við Norðhús, ið var undirskrivaður á býráðsfundi í mars, er ein heildararbeiðstøka, har samlaði kostnaðurin fyri barnagarðin við uttanumøki verður 8.674.500 krónur, sambært Klaksvíkar kommunu. 

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12