Ongi úrslit

Nummar eitt er at avtaka lógina um fría fosturtøku

Miðflokkurin vil hava ein almennan bústaðarbanka, sum skal hjálpa fólki at seta føtur undir egið borð

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Aðalmálið nummar eitt hjá Miðflokkinum eftir løgtingsvalið, verður at avtaka lógina um fría fosturtøku.

Tað sigur Jenis av Rana, floksformaður, nú upp undir løgtingsvalið.

Lógin um fría fosturtøku er samtykt, men hon kemur ikki í gildi fyrr enn 1. juli.

Og kemur Miðflokkurin í samgongu, kemur hann eisini í ta støðu, at tað verður við Miðflokkinum í samgongu, at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum.

– Tað kemur ikki at henda, staðfestir Jenis av Rana. 

Hann sigur skal Miðflokkurin í eina samgongu, verður tað ein avgjørt fortreyt, at vit fáa eina nýggja lóg um fosturtøku, ella at lógin, sum er samtykt, verður broytt.

Og úrslitið skal, undir øllum umstøðum, vera, at vit ikku skulu hava fría fosturtøku í Føroyum.


Tamarhald á búskapin

Jenis av Rana sigur, at nummar tvey listanum hjá teimum verður at fáa tamarhald á búskapinum.

Og í hesum sambandi skulu vit ikki bara hugsa um at tálma útreiðslunum, vit skulu eisini hugsa um at fáa meiri inntøkur.

Her hugsar hann serliga um tað arbeiðið, arbeiðsbólkurin, Vakstrarforum, læt úr hondum, har 164 tilmæli eru um, hvussu vit menna okkara vinnulív fyri at økja um inntøkurnar.

– Vit skulu arbeiða miðvíst fyri at seta tey tilmælini í verk, sigur Jenis av Rana.

Men hann heldur, at tað fyrsta, sum skal gerast er at gevast við niðurlagingini av ríkisveitingini.

Hendan samgongan hevur minkað donsku ríkisveitingina 25 milliónir um árið.

Hesi seinastu 25 árini hevur Jenis av Rana talað fyri, at gera eina fíggjarliga uppgerð ímillum danir og Føroyar fyri at vita, hvør hevur tann størra fíggjarliga fyrimunin av ríkisfelagsskapinum.

Hann er vísur í, at úrslitið vísir, at ríkisveitingin er ikki ein gáva, sum vit skulu hava ringa samvitsku at taka ímóti, tí vit skylda ikki dønum nakað sum helst. 

– Men tað verður eisini alneyðugt at skipa øðrvísi fyri, tá ið tað almenna byggir, so at vit sleppa undan gølum sum Glasir og H-bygninginum.

– Vit fáa aldrin ein haldføran búskap tá ið vit fara so lætt um skattgjaldarans pening, sigur Jenis av Rana.

Samstundis mugu almennir stovnar leggja saman fyri at fáa betri rakstur í - men enn hava tey eingi boð upp á, hvørjir hesir stovnar kunnu vera. 


Vit skulu hava ein almennan banka

Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at triðja høvuðsmálið hjá teimum, verður at bøta um bústaðarneyðina.

 – Útlánspolitikkurin hjá bankunum ger, at fólk verða trokað saman í miðstaðarøkinum, tí tað er har, bankarnir vilja fíggja bústaðir, tí har er trygdin fyri lánunum best. 

– Vit eiga at fáa eina almennan bústaðarbanka, sum skal hjálpa fólki at útvega sær bústað, serliga uttan fyri miðstaðarøkið.

– Men tað skal eisini bera til at búseta seg í Havnini fyri ein sømiligan kostnað, leggur hann afturat. 

– Vit eiga eisini at fáa eina skipan har ungfólk kunnu seta ein part av inntøkuni á eina bundna kontu til bústað - og fáa skattalætta aftur fyri, sigur Jenis av Rana. 


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

Í gjár kl. 12:56