Í gjárkvøldið vóru 4632 eygnavitni, tá ið Kroatia vann 1-0 á Tórsvølli ímóti Føroyum. Luka Modric kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og fyri føroyingar var tað stórt at síggja heimsstjørnuna, sum fyri 189. ferð umboðaði føðilandið. Løtuna, hann var á vøllinum, snúði tað seg mest um at varðveita bóltin og annars at verja tepru leiðsluna, sum Andrej Kramaric vann teimum, tá ið ein hálvur tími var farin. Við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið eftir innlegg úr høgru. Føroyska verjan kendist lítla løtu at vera óansin, tí teir hildu, at bólturin var uttanfyri strikuna, áðrenn tað varð lagt innfyri. Tað vóru hjálpardómarin og dómarin ikki samdir við føroyingum í.
-Vit eru ikki nøgdir við at tapa, hóast mótstøðuliðið er nummar 10 í heiminum, men eg taki einki frá spælarunum, tí teir avrikaðu heilt framúr. Verjuskipanin hevur riggað, og í kvøld løgdu vit aftrat í verjuni, og vit spældu okkum til møguleikar. Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at skora, tá ið vit í fyrra hálvleiki vunnu fínar møguleikar, og tá ið vit í seinna hálvleiki høvdu fleiri góð álop, segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpi Føroya.
Føroyski hópurin er á Hotel Føroyum, og eftir morgunmatin í morgun fara teir á Tórsvøll at venja. Klokkan 16.45 fara teir í leguflogfari til Malaga í Spania og síðani við bussi til Gibraltar, har HM dysturin verður mánakvøldið.
Í kjalarvørrinum av avrikinum í gjárkvøldið hava Eyðun Klakstein og hansara menn orsøk til at hava gott mót um, at tað kann fara at eydnast at vinna fulla úrtøku í Gibraltar.
-Talan er um heilt aðra avbjóðing, men talan er um stóra avbjóðing, sum vit taka í stórum álvara. Í gjárkvøldið vóru vit væl skipaðir og avrikaðu soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Nú er talan um nýggja avbjóðing. Vit vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Gibraltar, og málið er sjálvandi at vinna fulla úrtøku í Gibraltar, og bæði fyri okkum og allar fótbólts Føroyar verður talan um stórt vónbrot, um vit ikki vinna. Og skulu vit vinna, so verður neyðugt at vit fáa úrtøku úr møguleikunum, sum vit í gjárkvøldið vístu, at vit megna at spæla okkum til, sigur Eyðun Klakstein.
Tað er greitt, at tað verður neyðugt at skifta í hvussu so er ein spælara út. Odmar Færø sá gult í gjárkvøldið, og tað ber við sær, at hann er leikbannaður. Nýggjur í hópinum er Gullbrandur Øregaard.
-Víkingur spældi á vøllinum, har sum vit mánakvøldið fara at spæla. Talan er um harðan graslíkisvøll, og tað kann gott vera, at tað verður torført at fáa skipað fótbóltsspæl at rigga. Vit fara at venja á vøllinum sunnukvøldið, og vit vera væl fyrireikaðir, tá ið vit mánakvøldið fara á vøllin. Fokus er á at vinna, og vit fyrireika okkum at brúka amboðini, sum tað verður neyðugt at brúka fyri at vinna, sigur Eyðun Klakstein.
Føroyar – Kroatia 0-1 (0-1)
0-1: Andrej Kramaric 31.
4632 áskoðarar
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (Martin Agnarsson, 68.) – Árni Frederiksberg (Géza Dávid Turi, 76.), Brandur Hendriksson Olsen (Jóannes Bjartalíð, 76.), Jákup B. Andrasen, Hanus Sørensen (Adrian Justinussen, 87.) – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 68.)
Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Samuel Johansen Chukwudi, Jann J. Benjaminsen, Poul Kallsberg, Noah Mnenéy, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø
Venjari: Eyðun Klakstein