Ongi úrslit

Nú verður tað einar 100 krónur bíligari at fylla sær tangan á bilinum

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Eitt tað fyrst uppskotið, nýggja samgongan legði fyri Løgtingið eftir at hon er skipað, var at avtaka mvg á bensini og diesel til 31. juli.

Men tá skal støða takast til um tað skal halda fram, tí lógin fer úr gildi á nýggjárinum.

Orsøkin til uppskotið er prísurin á bensini og diesel er nógv hækkaður eftir at USA og Ísrael lupu á Iran og Hormussundið varð avbyrgt.

– Brádligi prísvøksturin ger, at tey, ið koyra nógv, hava færri pengar til aðra nýtslu og fáa illa lagt um til aðra orku beinanvegin, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið

Hann sigur, at tí er politiskur vilji til at lætta um, so at broddurin verður tikin av ógvusligu hækkingini í prísinum á brennievni til flutning.

Við verandi prísum merkir tað, at prísurin á bensini og diesel til privatbrúkarar kann lækka umleið 2,50 krónur fyri liturin.

Tað merkir, at tað fer at verða ein hundraðkrónuseðil bíligari at fylla sær tangan, alt eftir, hvussu nógv hann tekur.

Og endamálið er, at príslækkingin verður sett í verk alt fyri eitt lógin er lýst og mett verður, at hetta fer at kosta landskassanjm 20 milliónir í mistum inntøkum.

Men landsstýrismaðurin leggur afturat, at landið longu hevur fingið hægri inntøkur frá mvg vegna hækkandi oljuprísir.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

Í gjár kl. 10:23