Ongi úrslit

Nú verður nokk at føroyskir bilførarar hava telefon-koyrikort við sær til Danmarkar

Føroyskir og danskir myndugleikar fara nú at viðurkenna talgilda koyrikortið hjá hvørjum øðrum

Áki Bertholdsen
26. mai kl. 13:45

Skjótt fara føroyskir bilførarar at sleppa frá at hava koyrikortið í lummanum tá ið teir koyra bil í Danmark - og danskir bilførarar sleppa frá tí, tá ið teir koyra í Føroyum.

Landsstýrið og danska stjórnin eru nevniliga samd um at góðkenna talgilda koyrikortið hjá hvørjum øðrum, so nú verður tað nokk at hava tað á telefonini.

Hendan avtalan er úrslitið av fundi ímillum danska ráðharran í flutningsmálum, Thomas Danielsen, og landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen.

Men tað verður kortini ikki heilt enn. Fyrst skulu reglurnar broytast formliga, men so skjótt reglurnar eru broyttar, verða talgildu koyrikortini góðkend í báðum londunum.

Teir báðir politikararnir eru samdir um, at hetta fer at gera tað lættari hjá nógvum. Og Jóhan Christiansen vónar, at hetta er fyrsta stigið til, at tað føroyska, talgilda koyrikortið, eisini verður góðkent í fleiri ES londum.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

16 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04