Nú verður lættari hjá barnafamiljum í Hvalbiar kommunu

Bygdaráðið hevur samtykt fleiri lættar sum fara at muna væl

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað skal verða lættari at verða foreldur í Hvalbiar kommunu. Tað er úrslitið, nú bygdaráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Í Hvalbiar kommunu eru bygdirnar Hvalba og Sandvík.

Í Hvalbiar Kommunu er skattaprosentið 20,4 og barnafrádrátturin er 6.500 krónur. Men næsta ár verður skattaprosentið lækka 0,45 prosent, niður í 19,95 prosent.

Samstundis verður barnafrádrátturin hækkaður 1.500 krónur um árið fyri hvørt barn, so at hann verður 8.000 krónur. 

Og harafturat er gjørt av, at øll børn og ung í kommununi undir 18 ár, skulu fáa eitt frítíðarkort, upp á 2.000 krónur sum tey kunnu brúka til limagjald í ymsum frítíðarfelagsskapum.

Í bygdaráðnum gera tey vart við, at kortið er ikki bara til frítíðarvirksemið í kommununi, tí hevur onkur hug til at melda seg til okkurt frítíðarvirksemi aðrastaðni, er frítíðrkortið eisini galdandi har.

Og at enda verða pengar eisini játtaðar til 10 tímar um vikuna til eitt fólk at samskipa ungdómsvirksemið í kommununi.

Tilsamans fer hetta at kosta kommununi 925.000 krónur í lægri inntøkum, tí bara skattalækkingin kostar kommunukassanum einar 500.000 krónur.

Annars verður talan verður um eitt lítið avlop hjá Hvalbiar Kommunu næsta ár. Rakstrarútreiðslurnar vera 37 milliónir, men tá eru útreiðslurnar til eldraøkið upp á góðar 10,4  milliónir krónur og rentur og avdráttir upp á tríggjar milliónir, taldar við.

Inntøkurnar eru mettar til 37,2 milliónir og har eru inntøkurnar frá eftirlønarskatti, FAS og DIS upp á 10,4, eru taldar við, tað er hendan upphæddin, sum fer til eldraøkið.